Íslendska meistaraheitið hjá monnum varð avgjørt í kvøld á Heimaey. ÍBV vann tvær tær fyrstu finalurnar, men Haukar fekk javnað finalurøðina og harvið varð neyðugt við fimtu finaluni.
ÍBV var favorittur og var eisini á odda so at siga allan dystin. Haukar hekk tó í. Í steðginum var munurin eitt mál, eina løtu í seinna hálvleiki var tað +5 til heimaliðið, men nakað av spenningi kom í móti endanum.
Heimaáskoðararnir gjørdu sítt (Mynd: mbl.is)
Teir í hvítum og svørtum vóru tó stinnari og vunnu við tveimum málum í finaluni, sum ikki var so málrík. Tað leggja Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og hinir hjá ÍBV einki í. Føroyingarnir eru nú íslendskir meistarar eftir ein sterkan innsats í ár. Janus Dam Djurhuus er skrásettur fyri eitt mál í finaluni.
Hetta var annað kappingarárið hjá Dánjali í ÍBV. Janus kom úr H71 síðsta summar. Vongurin verður verandi í Íslandi í nakrar dagar afturat, tí hann skal spæla tveir venjingardystir við U21-landsdystum móti íslendingum um vikuskiftið - hetta um fyrireiking til HM-endaspælið í Týsklandi í summar.
Hetta var triðja meistaraheitið hjá mansliðnum hjá ÍBV. Seinast steypið stóð á Vestmannaoyggjunum var eftir finalurøðina í 2018.
Føroyingarnir við steypinum og við merkinum aftanfyri seg (Mynd: Ingibjørg Olsen)
Fimta finalan um íslendska meistaraheitið hjá monnum
Heimaey, 31.05
ÍBV - Haukar 25-23 (11-10)
ÍBV vann samanlagt finalurøðina 3-2 - Portalurin ynskir Dánjali, Janusi og liðfeløgunum tillukku við meistaraheitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald