Fyri beint yvir einum mánaði síðani, 15. mars fekk føroyskur ítróttur sína fyrstu íðkaranevnd. Talan er um eina nevnd, ið skal umboða sjónarmiðini hjá øllum íðkarum í Føroyum. Hartil skal nevndin takast við uppá ráð í viðurskiftum hjá úrvalsíðkarum.
Ítróttasamband Føroya hevur tikið stig til hesa nevndina, eftir at tað var samtykt á aðalfundinum í fjør, at Føroyar skuldu liva upp til krøvini frá IOC um eina íðkaranevnd, soleiðis at tey íðkandi, ið eru seriøs og vilja náa langt, fáa eina rødd, har avgerðirnar verða tiknar.
Limirnir í íðkaranevndini eru: Hávard Vatnhamar (Parasport Føroyar), Edna Maria Debes (Frælsur Ítróttur Føroya), Gunnva Jacobsen (Badmintonsamband Føroya), Torkil Veyhe (Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon) og Petur Sigurð Johannesen (Judo Føroyar)
- Sambært reglunum skal nevndin hava javnstøðu, umframt at ein limur skal vera frá Parasport. Forfólkið tekur sæti í starvsnevndini hjá ÍSF og fer tí at vera við til at mynda ÍSF frameftir.
Valskeiðið er vanliga fýra ár, tó val annaðhvørt ár, so at hvørji tvey ár eru ávikavist tveir og tríggir nevndarlimir fyri vali. Hendan fyrsta íðkaranevndin situr tó til á heysti 2023, eftir næstu oyggjaleikir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald