Fótbóltur

ÍF bardi seg til eitt stig

Liðini, sum bæði høvdu nýggjan mann við høvuðsábyrgdini, fóru av vølli í Fuglafirði við einum stigi hvør. Í Gundadali vann HB lættan sigur í einum dysti, sum var merktur av einum dómarafeili tíðliga í seinna hálvleiki.

Klaksvíkingurin Steinbjørn Olsen skoraði sítt fyrsta mál fyri ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Klaksvíkingurin Steinbjørn Olsen skoraði sítt fyrsta mál fyri ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-01 20:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir dystir vóru í dag leiktir í bestu mansdeildini í fótbólti.

Tey bæði liðini, sum í løtuni eru uttan høvuðsvenjara hittust í Fuglafirði. Hjá heimaliðnum er tað Ólavur Larsen, sum hevur takkað fyri seg eftir keðiliga gongd seinastu umførini, og NSÍ endaði í vikuni samstarvið við Allan K. Jepsen eftir vánaligt úrslit í Evropa, eins og gongdin í Betri deildini heldur ikki hevur verið góð.

Á síðulinjuni vóru tað tí Agnar Prestá fyri ÍF og André Olsen fyri NSÍ, sum skuldu fáa sum frægast burturúr.

Og tað kom eldur í beinanvegin. Longu aftaná tveir minuttir kom bólturin fyri føturnar á ÍF-leikaranum Steinbjørn Olsen, sum beint innanfyri sekstanmeturin smekkaði til. 1-0 til ÍF og av sonnum góð byrjan hjá Agnari og hansara monnum.

Lítla løtu seinni gjørdist Jacob Trenskow leysur og javnaði til 1-1. NSÍ hevði fleiri møguleikar enn fuglfirðingar, men tað komu ikki fleiri mál í dystinum. ÍF kann fegnast um eitt stig, sum er umráðandi í niðurflytingarstríðnum, meðan NSÍ dragnar í stríðnum um evropapláss.

Á Ovara vølli í Gundadali endaði tað við stórsigri til eitt HB-lið, sum í vikuni skal til Ísrael at spæla Conference League.

Støðan var 1-0 til HB í steðginum við máli frá Stefan Radosaljevic. Fimm minuttir inn í seinna hálvleik var tað serliga dómarin, Áron Sofus Vest, sum kom í fokus, tá hann ikki var nóg greiður í einari frísparksstøðu. HB gjørdi skjótt av, og við vøkrum skoti úti frá legði Mikkel Dahl heimaliðið á odda 2-0.

Hetta elvdi til stóra ónøgd í 07 Vestur leguni, og í kjalarvørinum av hesum fekk Høgni Egilstoft Nielsen reytt kort fyri kjaftaslit.

Eftir hetta var tað einvegis ferðsla í Gundadali. HB vann dystin 5-0, og fer við góðum sjálvsáliti til Ísrael, har teir spæla móti Maccabi Haifa hóskvøldið.

ÍF - NSÍ 1-1 (1-1)
3’ Steinbjørn Olsen 1-0
6’ Jacob Trenskow 1-1

HB - 07 Vestur 5-0 (1-0)
16’ Stefan Radosavljevic 1-0
50’ Mikkel Dahl 2-0
62’ Áki Debes Samuelsen 3-0
78’ Adrian Rúnason Justinussen 4-0
90’ Adrian Rúnason Justinussen 5-0

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 41 stig (15 dystir)
2. Víkingur 34 stig (15 dystir)
3. HB 33 stig (15 dystir)
4. NSÍ 28 stig (17 dystir)
5. B36 27 stig (15 dystir)
6. EB/Streymur 15 stig (14 dystir)
7. ÍF 12 stig (16 dystir)
8. 07 Vestur 11 stig (16 dystir)
9. B68 9 stig (15 dystir)
10. TB 2 stig (14 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder