2023-03-27 10:15
Síðsti FM-finaludystur fyri yngru deildirnar í flogbólti, sum vórðu spældar í Trongisvági um vikuskiftið, var í deildini dreingir, har ÍF spældi móti Ternuni.
ÍF setti punktum við at vinna 2-0.
Í fyrsta settið fylgdust liðini nakað uppeftir, men móti endanum setti ÍF trumf á, og legði seg langt framum og vann settið sannførandi.
Í øðrum settið fylgdust liðini allan vegin, og Ternan byrjaði at hava sett bólt, men ÍF kom aftur og vann settið 28-26 og harvið eisini føroyameistaraheitð.
Dagsins leikari fyri ÍF varð Filip Jovevic og dagsins leikari fyri Ternuna varð Elias Búason Jensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald