Annað

ÍF er føroyameistari í flogbólti fyri dreingir 16

ÍF-SÍ: 3-0 (25-14, 26-24, 27-25).

2023-03-25 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

FM-finalu vikuskiftið fyri yngru liðini í flogbólti á Tvøroyri heldur fram í dag. Dagsins fyrsti dystur er nú leiktur, og dreingir 16 hjá ÍF eru júst vorðnir føroyameistarar.

Fyrst í mars vunnu hesir dreingirnir eisini steypafinaluna ímóti Ternuni, og harvið kann ÍF kalla seg greipuvinnarar.

Liðið úr Fuglafirði leikti finalu ímóti SÍ og vóru greitt omaná og vunnu 3-0, hóast 2. og 3. sett vóru rættuliga tøtt.

ÍF hevur í ár valt at lata hesar ungu dreingirnar fáa munandi leiktíð á besta liðnum hjá ÍF í Føroya Tele deildini, og hetta sást aftur í dystinum í dag, har ÍF ongan iva lat vera um, at teir vóru betra liðið.

Á liðnum hjá SÍ leikti Eydna Henriksen, sum veruliga legði trýst á ÍF liðið við sínum góðu servum - serliga í 2. setti og sum hevari megnaði hon at fáa tað besta burturúr Matheo Eystberg og Róar í Haraldstovu í álopspartinum hjá SÍ.

Dagsins leikari fyri ÍF varð Filip Ilic, og dagsins leikari fyri SÍ varð Matheo Eystberg.

[object Object]

Tríggir dystir afturat eru á skránni í dag, og í morgin eru eisini tríggir dystir á skránni. Allir dystirnir síggjast á Rás 1 á Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder