ÍF er nú heilt avbyrgt í botninum

EB/Streymur fekk týðandi sigur eftir umstrídda brotssparksstøðu og reytt kort í Fuglafirði. Harvið er eitt stig upp til strikuna - hjá ÍF eru átta stig upp.

Boubacar Dabo skoraði einasta málið í varmakeldu-dystinum í Fløtugerði (Mynd: EB/Streymur)

Boubacar Dabo skoraði einasta málið í varmakeldu-dystinum í Fløtugerði (Mynd: EB/Streymur)

2024-07-06 18:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvey tey niðastu liðini í Betrideildini hittust í Fuglafirði til Varmakeldu-dyst, har týðandi stig í broninum vóru uppá spæl.

Tað sást í fleiri pørtum av spælinum, at talan var um botnlið. Tað vantaði neyvleiki og góðska í støðum - serliga í álopspartinum.

Avrikið hjá ÍF var ti lat fáa stig, men sum í fleiri øðrum dystum seinastu vikurnar, so koppaði tað ikki til liðið hjá Jákup Martin Joensen.

Liðið hevði annars fleiri góðar málmøguleikar, har serliga Uros Stojanov var vandamikil. Jóannes Davidsen í málinum hjá EB/Streymi hevði tó ein góðan dag, og einaferð bjargaðu teir á útiliðnum á strikuni.

Brotsspark og reytt kort - ymiskar støður

Tað var í 2. hálvleiki, at mest hendi. EB/Streymur kom eisini til meira enn fyri steðgin, og Filip Djordjevic hevði tveir stórar møguleikar. Tað skuldi ein brotssparksstøða til fyri at fáa hol á.

Kári á Høvdanum metti, at Elias Lervig í øllum førum rakti mann, tá Virgar Jónsson kom inn í brotsteigin, og á so mikið ógvusligan hátt at bakkurin fekk seinna gula kortið. Stór ónøgd um hetta og eisini tá bólturin lítla løtu seinni lá í málinum.

Jákup Nolsøe Olsen, sum eisini stórbjargaði móti Filipi stutt áðrenn, bjargaði væl brotssparkinum frá Emil Weihe Joensen, men Boubacar Dabo var til reiðar, og setti bóltin í netið, tá hann kom út aftur. Á upptøkunum sæst rímiliga greitt, at at Dabo er innanfyri 16-metur linjuna, tá brotssparkið varð tikið - tað er Elvio Gelmini hjá ÍF so eisini.

Málið stóð, og talan er um tað fyrsta hjá Dabo í EB/Streymi. Tað gjørdist eisini avgerandi. ÍF var annars betri í hálva tímanum ella so í undirtali, men tað eydnaðist EB/Streymi - har fleiri hjá útiliðnum sum skilst ikki vistu, at ein ÍF'ari var útvístur - at halda fast og vinna 0-1.

EB/Streymur hevur avrikað betri í fleiri dystum og fingið minni burturúr. Í dag fekk liðið hjá Sigfríð Clementesen tvey harðvunnin og týðandi stig. Eitt stig er upp til B68 - ÍF hevur nú ávíkavist sjey og átta stig til tættastu liðini á stigatalvuni. Jhon Mena er farin heim, Elvio Gelmini kemur allarhelst ikki aftur til seinnu hálvu, og Tóri Nolsøe Olsen er langtíðarskaddur. Sum heild sær tað ógvuliga tungt út hjá ÍF, sum ikki hevur vunnið nakran dyst í ár.

16. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, leygardagin 06.07
ÍF - EB/Streymur 0-1 (0-0)
63' Boubacar Dabo 0-1 

Reytt kort: Elias Lervig (62')

Sí meira um dystin her

Støðan í Betrideildini í summarsteðginum:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder