Ítróttafelag Fuglafjarðar heldur fram við at brynja fremsta lið sítt til eitt nýtt umfar í bestu fótbóltsdeildini eftir at hava verið niðri í fyrstu deild og vent.
Nú um ársskiftið hevur ÍF boðað frá sáttmálaundirskrivingum við tríggjar leikarar.
Teirra millum er ein nýggjur málmaður, 28 ára gamli toftamaðurin, Petur Meinhard Magnussen. Hóast Petur Meinhard hevur drúgvar royndir, so hevur hann tó bert spælt níggju dystir í bestu deildini. Hann hevur frammundan spælt fyri B68, 07Vestur og Giza Hoyvík.
Um høgtíðina hevur felagið eisini boðað frá, at tað hevur gjørt sáttmála við tveir av yngru leikarunum í felagnum. Talan er um 21 ára gamla Sunnvar G. Hansen úr Syðrugøtu, sum kom til ÍF miðskeiðis í kappingarárinum í ár, og við 20 ára gamla Jóhan Petersen sum í 18 dystum í ár skoraði seks mál.
ÍF hevur eisini boðað frá, at høvuðsvenjarin í felagnum, Hegga Samuelsen, heldur fram í ár eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald