2022-12-02 11:31
Tað er ikki vanligt, at ÍF hevur fysiskan venjara fast tilknýttan, men í dag hevur felagið kunngjørt, at Gudmundur Danielsen er settur sum fysiskur venjari hjá ÍF fyri 2023.
39-ára gamli glyvramaðurin hevur lisið ítróttarvísindi á Universitetinum í Aberdeen
Hann var frá 2017 til 2020 fysiskur venjari hjá KÍ, og seinastu tvey árini hevur Gudmundur verið fysiskur venjari í NSÍ.
Í nýggja ÍF-húsinum er eitt stórt styrkirúm, sum helst verður endaliga klárt at taka í nýtslu í vetur.
Besta manslið felagsins tryggjaði sær í ár uppflyting til Betrideildina aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald