2020-02-14 19:21
Nýggjur verjuleikari kemur í hópin hjá ÍF, boðar felagið frá.
Talan er um Sjúrð Paula Nielsen, sum er sáttmálabundin við barndómsfelagið, NSÍ, og sum ÍF fer at leiga í 2020.
19-ára gamli verjuleikarin hevur spælt 69 dystir í 1. deild og hevur verið á vøllinum tríggjar ferðir í Betrideildini.
Sjúrður Pauli Nielsen hevur nógvar royndir frá ungdómslandsliðunum. Á føroysku U17 og U19 landsliðunum er hann skrásettur fyri 31 dystir tilsamans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald