Fótbóltur

ÍF og TB flyta upp

Tað verða fuglfirðingar og tvøramenn sum koma upp í Betri deildina hjá monnum at spæla.

(Mynd: Tvøroyrar Bóltfelag)

(Mynd: Tvøroyrar Bóltfelag)

2022-10-23 19:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fuglfirðingar og tvøramenn flyta upp í Betri deildina hjá monnum at spæla kappingarárið 2023.

ÍF tryggjaði sær uppflytingina fyri nøkrum vikum síðani, men hjá TB bleiv tað ikki fyrr enn í gjár, at avgerðin endaliga fall. TB flytir upp við betri málmuni enn sandoyingar, sum hava verið í góðum stima seinastu tíðina.

TB hevur ikki vunnið seinastu seks dystirnar á rað, og tapti eisini dystin í gjár móti Undrinum 3-2. Tvøramenn kunnu tí vera glaðir fyri góða málmunin, sum tryggjar teimum uppflytingina.

B71 hevði vunnið seinastu seks dystirnar undan umfarinum í gjár, og við sigri á ÍF megnaðu sandoyingar at koma upp á javnt við TB við 52 stigum, men tað var ikki nokk.

Næstbestu liðini hjá NSÍ og 07 Vestur flyta niður í 2. deild.

Støðan 1. deild menn

1. ÍF 56 stig
2. Víkingur II 55 stig
3. TB 52 stig
4. B71 52 stig
5. KÍ II 46 stig
6. Undrið 4 stig
7. HB II 33 stig
8. B36 II 27 stig
9. NSÍ II 15 stig
10. 07 Vestur 8 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder