Tvey av feløgunum sum eru umboðaði í Betrideildini í ár, høvdu hósdagin aðalfund. Hjá ÍF var talan um eyka aðalfund, har nýggj nevnd skuldi veljast. Hon sær soleiðis út eftir fundin hóskvøldið:
Nýggjur formaður: Georges Rouah
Nýggjur næstformaður: Leif Andre Eliasen
Peningarøkil: Magnus Jørmundsson
Nýggjur skrivari: Jóhan Ellingsgaard
Nýggjur nevndarlimur: Katrin Madsen
Georges, sum hevur hevur tiltakslimur, avloysir Dan Petersen, ið nú hevur takkað fyri seg. Varaformaðurin Birgar Larsen, skrivarin Linda Joensen, og nevndarlimurin Kristine Ellingsgaard tóku ikki við afturvali.
Katrin Madsen hevur verið tiltakslimur. Leif Andre Eliasen hevur áður verið formaður. Hann er nú aftur í nevndini, og Jóhan Ellingsgaard er nyggjur í nevndini. Broytingar eru eisini í ungdómsnevndini í ÍF. Les meira um um nevndarbroytingarnar her
Upprunaliga skuldi aðalfundurin hjá TB vera 2. januar, men varð útsettur, tí upp uppmøtingin var ov lítil. Í vikuni var betri; heimasíðan hjá TB skrivar, at áleið 30 fólk møttu upp.
Greitt er, at Reidar Simonsen hevur tikið við sum nýggjur formaðurí Tvøroyrar Bóltfelag. Hann tekur við eftir Henrik Thomsen, sum ynskti at lata stafettina víðari.
Broytningar eru eisini í fótbóltsnevndini og ungdómsnevndini í TB. Les meira http://www.tb.fo/adalfundurin-utsettur-2020/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald