Fótbóltur

ÍF vann botngysaran

Mál frá Hans Jákupi Lervig og Gundi Petersen tryggjaðu sigurin, og nú er ÍF frammanfyri AB.

ÍF'arnir kundu aftur fegnast um ein sigur (Mynd: Sverri Egholm)

ÍF'arnir kundu aftur fegnast um ein sigur (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-24 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sera týdningarmikil dystur í botnstríðnum hevur júst verið í Fuglafirði, har ÍF vann sín fyrsta sigur síðani á ólavsøku.

Málini hjá sperda heimaliðnum komu stutt fyri hálvleik. Í 32. minutti legði eyðsýndi Dánjal á Lakjuni væl innfyri úr høgru, og við aftaru stong var Hans Jákup Lervig púra leysur og setti høvdið á.

Seks minuttir seinni setti Gundur Petersen pannuna eftir horna og bóltin flott í málið.

ÍF var á vinnarakós , men í 57. minutti minkaði útiliðið um munin. Brotsspark varð dømt móti Jóhann Højbro, og Brian Jakobsen skoraði trygt.

Møguleikarnir hjá AB fingu eitt skot fyri bógvin, tá Ragnar Skála í 73. minutti fyri seinnu ferð fekk gult kort fyri film.

ÍF helt fast og økti enntá um munin við enn einum máli frá Gundi Petersen í 89. minutti, og er nú frammanfyri AB og nærri bjargingini.

ÍF - AB 3-1 (2-0)
32' Hans Jákup Lervig (Dánjal á Lakjuni) 1-0
38' Gundur Ellingsgaard Petersen (Karl Løkin) 2-0
57' Brian Jakobsen (brotsspark) 2-1
89' Gundur Ellingsgaard Petersen (Elias Lervig) 3-1

Hinir dystirnir
Víkingur - 07 Vestur (15:00)
B68-EB/Streymur (15:00)
TB-KÍ (15:00)
B36-HB (Mánadag 18:00)

Støðan

1. KÍ 56 stig (21 dystir)
2. B36 52 stig (22 dystir)
3. HB 47 stig (22 dystir)
4. Víkingur 45 stig (22 dystir)
5. 07 Vestur 34 stig (22 dystir)
6. EB/Streymur 20 stig (21 dystir)
7. B68 19 stig (22 dystir)
8. TB 16 stig (22 dystir)
9. ÍF 15 stig (23 dystir)
10. AB 13 stig (23 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder