ÍF tryggjaði sær fríggjakvøldið bronsumerkini við tryggum 3-0 sigri á Ternuni.
Undan dystinum var ÍF eitt stig aftanfyri Fleyr, sum klintraði upp á triðjaplássið við 3-1 sigri á júst ÍF seinasta týsdag. Men ÍF hevði eitt skot eftir í byrsuni, og við sigri á Ternuni fór bronsan til Fuglafjarðar.
Eftir at Ternan hevði lagt seg framum 1-0 í fyrsta setti, sást kortini skjótt, hvønn veg tað bar, tí brátt var 14-2 til ÍF, og løtu seinni 25-11.
At tosa um spenning í øðrum setti er helst at taka ov rívan til, men fyrstu løtuna var Ternan á odda við tveimum og trimum, og soleiðis gjørdist støðan 9-6 til gestirnar. ÍF javnaði tó til 9-9 og helt á til 13-9, áðrenn settið varð vunnið 25-16.
ÍF helmaði ikki í í triðja setti og fór framum 4-0 og vann uttan himpr 25-12.
Við sigrinum fór ÍF upp á 18 stig; tvey meira enn Fleyr á triðja plássi.
Annars hevur Fleyr staðið seg betur enn ÍF í dystunum teirra millum, har Fleyr hevur fingið 8 stig og ÍF 4, men aftrat tí hevur Fleyr bara vunnið á Ternuni, og einki stig fingið ímóti Mjølni og SÍ. ÍF hinvegin hevur vunnið á teimum báðum.
Í dag kl. 13 verður seinasti dysturin fyri finalurnar, tá finaluliðini Mjølnir og SÍ møtast í Klaksvík. Vinnur SÍ 3-0, so eigur SÍ heimavøll í fyrru FM-finaluni. Øll onnur úrslit merkja, at Mjølnir fær heimavøll í fyrru finaluni. Seinna finalan verður spæld í høllini á Hálsi.
Støðan í Føroya Tele-deildini, menn:
Nr | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Mjølnir | 15 | 30 | 39 |
2 | SÍ | 15 | 24 | 36 |
3 | ÍF | 16 | -2 | 22 |
4 | Fleyr | 16 | -4 | 20 |
5 | Ternan | 16 | -48 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald