Føroya løgmaður frá 2008 til 2015 var í nógv ár fyrsti málverji hjá HB og partur av A-landsliðnum. Millum annað var Kaj Leo Holm Johannesen í hópinum, ið vann 1-0 á Eysturríki í Landskrona 12. september 1990.
- Í 2002 var ein evnaríkur málverji frá líltu bygdini Vestmanna á vøllinum og umboðaði Føroyar í EM-undankappingini. Nú, beint yvir 17 ár seinni, umboðar hesin sami málverji framvegis sítt land. Ikki sum hondbóltsleikari men sum løgmaður
Soleiðis byrjar altjóða hondbóltssamgongan, IFH, sína frágreiðing um Bárður á Steig Nielsen á heimasíðu sínari. Talan er um eina samrøðu við mannin, ið vann átta steyp við VÍF, ið er barndómsfelagið og einasta felagið, sum málverjin hevur umboða
- Felagið hevur verið ein stórur partur av mínum lívi. Tá eg byrjaði, vandu vit í einari lítlari høll, har tað ikki eingongd vóru tvey mál. Eg spældi mín fyrsta dyst í bestu deildini í 1990 og var við til at vinna fimm føroysk meistaraheiti. Bygdin livir og andar hondbólt, og VÍF hevur søguliga spælt ein sera umráðandi leiklut í føroyskum hondólti. Bæði kvinnur og menn hava vunnið nógv, og ein av løtunum ið eg eri allarmest errin av, er tá vit vit vunnu heimadystin móti Dinamo Bucharest í Europa Cup fyri steypavinnararnir.
VÍF føroyameistari í 1993. Núverandi løgmaður er triðuttast til høgru í niðasta rað (Mynd: IFH)
Júst sigurin á rumenska stórfelagnum er ein av stóru úrslitunum í altjóða føroyskum hondbólti, og løgmaður fegnast í samrøðuni um menningina seinastu árini, har landsliðini hava gjørt um seg:
- Umstøðurnar fyri hondbóltin í Føroyum er nu fantastiskur við millum annað 19 ítróttarhallum kring landið. Hóast fólkatalið ikki er so stórt, so er meira enn 5 prosent av fólkunum (2,600) aktivir hondbóltsleikarar. Tað merkir, at Føroyar er tað landið í heiminum við greitt flest hondbóltsleikarunum í mun til fólkatal. Føroyska hondbóltssambandið hevur stórar ætlanir og arbeiðir fyri at landsliðini skulu kappast á høgsta støði. Vit hava longur sæð tey fyrstu úrslitini; tað er at fegnast um, og eg eg eri vísur í, at úrslitini komandi árini verða uppaftur betri.
Les alla greinina, ið er á enskum, her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald