HB skal í kvøld royna seg í triðja umfari í Europa Conference League ímóti Maccabi Haifa í Ísrael.
Dysturin verður leiktur á Sammy Ofer leikvøllinum í Haifa, og hóast heimaliðið er favorittur, siga teir seg vera væl fyri í HB-hópinum.
- Sjálvsagt verður tað ein torførur dystur, men vit eru væl fyri í løtuni, og hava nakrar góðar dystir í beinunum. Umstøðurnar her eru eitt sindur annarleiðis, serliga við teimum nógvu áskoðarunum. Men vit eru spentir, og vit eru ikki bangnir fyri nøkrum, segði venjarin Kevin Schindler á tíðindafundi í gjár.
Ein partur av prátinum snúði seg um hitan og umstøðurnar, sum jú eru nakað øðrvísi enn tað, vit eru von við í Føroyum.
- Veðrið er ikki øðrvísi enn tað var í Albania og Montenegro. Hetta er sjálvsagt ikki tað sama, sum vit hava heima í Føroyum, men vit fáa ein vatnsteðg í hvørjum hálvleiki, so veðrið skal ikki vera tað sum darvar okkum, segði Kevin.
Veðurstovurnar boða frá sól í Haifa í dag, og í kvøld fer hitin at liggja um 30 stig. Dysurin byrjar klokkan 18.
Dysturin verður stroymdur á Laola-stroymingarsíðuni og sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald