
Tveir dystir í fremstu íslendsku deildini vórðu spældir í gjár. Tvey av føroyingafeløgunum spældu.
Víkingur Reykjavík kundi staðfesta meistaraheitið við sigri í grannauppgerð móti KR. Víkingur var eisini á odda 2-0 í steðginum, men útiliðið skoraði tvær ferðir í 2. hálvleiki.
Víkingur manglaði Gunnar Vatnhamar í miðverjuni. Eysturoyarportalurin skrivar, at leirvíkingurin ikki var við av persónligum orsøkum.
Úrslitið merkir tó, at nú restar bert eitt stig í hjá Víkingi. Tað er eisini nóg mikið, at Valur á 2. plássið ikki far fult stigatal. Fýra umfør resta í. Meistaraheitið hjá Gunnari og liðfeløgunum kann koma í hús sunnudagin, tá Valur spælir móti KR, ella mánadagin í Kópavági. Tá vitjar Víkingur Klæmint Andrasson Olsen og Breiðablik, sum spæla í Conference League í kvøld.
Víkingur vann síðsta vikuskifti steypafinaluna - greipan bíðar (Mynd: Víkingur Reykjavík)
Pætur legði upp
Á Akureyri tók KA móti botnliðnum Keflavík, sum fer at flyta niður. Jóan Símun Edmundsson var ikki í hópinum hjá KA, sum skuldi reisa seg eftir steypafinalutapið fyri Víkingi leygardagin.
Tað eydnaðist við 4-2 sigri. Pætur Petersen kom á vøllin miðskeiðis í 2. hálvleiki, og skálvíkingurin legði upp til síðsta málið í dystinum, sum kom í 88. minutti. Mathias Rosenørn, sum í 2021 og 2022 spældi fyri KÍ, vardi Keflavík-málið.
KA Akureyri sær út til at enda á 7. plássi í íslendsku deilini. 12 lið eru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald