Fótbóltur

Ikki fyrstu ferð at Levadia Tallinn spælir í føroyska høvuðsstaðnum

Í 2016 var nær við, at HB sló estiska høvuðsstaðarfelagið út úr Europa League. Í kvøld skal B36, ið eisini spældi móti liðið úr Estlandi í 2017, royna seg.

Tað er heldur ikki fyrstu ferð, at eitt lið úr estiska høvuðsstaðnum vitjar B36. Benjamin Heinesen skoraði til 1-1 í Europa League-dystinum í Gundadli í 2017, har Nommw Kalju vitjaði (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað er heldur ikki fyrstu ferð, at eitt lið úr estiska høvuðsstaðnum vitjar B36. Benjamin Heinesen skoraði til 1-1 í Europa League-dystinum í Gundadli í 2017, har Nommw Kalju vitjaði (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-08-27 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var 7. juli 2016, at FC Levadia Tallinn vitjaði á Ovara Vølli í Gundadali. Tá tjúgu minuttir vóru eftir var framvegis málleyst, og HB, ið endaði nummar fimm í Betrideildini tað árið, stóð til at koma víðari í Europa League, tí liðið hevði fingið 1-1 javnleik í høvuðsstaðnum í Estlandi eina viku frammanundan. Men so skoraði útiliðið og staðfesti sigurin í yvirtíðini.

Harvið endaði tað 3-1 samanlagt, til felagið sum hevur vunnið meistaraheiti í Estlandi níggju ferðir - seinast í 2014 tá tað var annað árið á rað. Kaimar Saag, ið spældi við B36 í 2018, hevur áður spælt við Levaida. Felagið hevur ikki nakra stolta evropeiska søgu, og besta deildin í Estlandi verður mett at vera beint omanfyri Betrideildini. B36 hevur avgjørt ein realistiskan møguleika at spæla seg víðari móti liðnum, sum endaði nummar tvey í Estlandi fjør og sum í løtuni er á 4. plássi eftir 18 umfør.

Sí eisini: Video (Jákup á Borg): Ein stórur fyrimunur at spæla á heimavølli

Levadia er í løtuni seks stig aftanfyri Nomme Kalju, ið B36 tapti 2-1 ímóti í báðum dystinum í 1. umfari í Europa League í 2016. A. Le Coq Arena í Tallinn, ið eisini er heimavøllurin hjá Levadia, javnaði Patrik Johannesen til 1-1 beint eftir hálvleik, og so hevði innskifti Hannes Agnarsson ein risamøguleika til at gera tað til 2-1 til B36. Ístaðin vann Nomme Kalju 2-1 og kom eisini á odda í Gundadali í seinna dystinum, áðrenn Benjamin Heinesen javnaði stutt inn í 2. hálvleik. Tað eydnaðist tó hjá útiliðnum at skora til 2-1, tá B36 satsaði.

[object Object]Bjarni Petersen í dysti í Tallinn móti Nomme Kalju í 2017

Munurin á liðunum verður helst ikki stórur, og í B36 tevjar man møguleikan fyri at koma í 2. umfar aftur. Veddingarfyritøkurnar hava liðið hjá Jákup á Borg, ið hevur allarflestu leikararnar tøkar, sum ein heilt lítlan favoritt. B36 var eisini styrkismett í lutakastinum orsakað av góðu úrslitunum frá 2018.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 19.00. Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni á Portalinum. Dysturin verður at síggja ókeypis á Rás 1. 






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder