Fótbóltur

Ikki lætt ímóti Lettlandi

Flogbóltslandsliðið hjá monnum tapti aftur greitt móti Lettlandi - hesaferð á útivølli. Fleiri ungir og óroyndir leikarar fingu møguleikan og tað skal síggjast sum ein íløga í framtíðina.

(Mynd: CEV)

(Mynd: CEV)

2023-06-10 22:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Silver League, menn:
Lettland – Føroyar 3-0 (25-11, 25-15, 25-10)

Úrslitið hesa ferð var heldur lakari enn á heimavølli fyri viku síðani, tá við fingu 17, 16 og 16 stig í teimum trimum settunum.

Vit fylgdu so dánt við ta fyrstu løtuna, men frá 10-5 tvífaldaðist munurin aftur og gjørdist 20-10, áðrenn vit taptu 25-11.

Annað sett var tað frægasta, og serliga ímóti endanum pyntaðu vit upp á tølini og vunnu mest sum annan hvønn bólt frá 20-11, og klóraðu okkum upp á 15.

Í triðja setti vóru vit skjótt aftanfyri 1-8, men komu tó væl afturíaftur og minkaðu um munin til 7-12. Góða løtan sæst tó ikki so væl aftur í settúrslitinum, tí vit taptu teir síðstu 8 bóltarnar á rað, og settið 25-10.

Tó skal havast í huga, at venjarin, Boban Ilic, hevði sagt, at hann ætlaði at brúkar nógvar av teimum ungu og óroyndu leikarunum í hesum dystinum. Hetta skuldi síggjast sum ein íløga í framtíðina, sum kanska kostar nøkur stig her og nú, men sum so fer at bera ávøkstur í framtíðini.   

Aftur hesaferð var tað Hjørtur Joensen sum vann okkum flest stig við sínum fimm vinnarasmassjum og eina blokki, og hann varð eisin valdur til dagsins leikara hjá Føroyum.

Kelda: Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder