Hondbóltur

Ikki meira Evropa hondbóltur hjá H71-kvinnum á hesum sinni

H71 vann dystin í dag, men stóra tapið fríggjakvøldið ger, at tað bleiv eitt samlað tap, og hoyvíkskvinnur eru varpaðar úr kappingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-09-24 20:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir dystir var tað heila tað bleiv til hjá hoyvíkskvinnum, sum um vikuskiftið hava roynt seg í European Cup í Erice.

H71 tapti 17-27 í fyrra dystinum móti italska Erice fríggjadagin, og tí var trupult at koma aftur í seinna dystinum í dag.

Dystin í dag vann H71 35-32 við einari hálvleiksstøðu upp á 17-14, men samlað yvir teir báðar dystirnar vann Erice 59-52.

Lukka Arge gjørdist toppskjútti hjá hoyvíkskvinnum í dag við ellivu málum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder