Hondbóltur

Ikki nakað stórt evropeiskt kvøld hjá føroyingunum

Óli Mittún skoraði uppá undir helmingin av skotunum, og Sävehof tapti. Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg fingu nøkur mál, men Valur tapti. Kiel vann uttan Elias á Skipagøtu.

Bjarni í Selvindi skoraði trý mál fyri Val í fyrsta bólkaspælsdystinum hjá strandinginum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarni í Selvindi skoraði trý mál fyri Val í fyrsta bólkaspælsdystinum hjá strandinginum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-09 10:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir føroyingar vóru av álvara í eldinum, tá fýra "føroyingafeløg" spældu í 1. umfari í European League-bólkaspælinum.

Talan varð ikki um tann persónliga besta dystin hjá Óla Mittún í torførum útidysti, har Ísak Vedelsbøl ikki spældi nakran leiklut. Sävehof var annars væl við í Týsklandi.

Teir, sum spæla við týsku liðunum, Elias á Skipagøtu (skaði) og Jóhan á Plógv Hansen (spardur), spældu ikki.

Fyrrverandi StÍF-spælarar fingu seg royndar í Skopje. Bæði Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg skoraðu trý mál uppá 5 skot.

1. umfar í European League-bólkaspælinum:

Gummersbach - IK Sävehof (Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl) - Bólkur H
37-35: Óli Mittún (4 mál/9 skot - nøkur upplegg)

Flensburg-Handewitt (Jóhan á Plógv Hansen) - Sesvete - Bólkur G
42-25: Jóhan á Plógv sat á bonkinum allan dystin

THW Kiel (Elias Ellefsen á Skipagøtu) - BM Torrelavega - Bólkur E
32-27: Elias á Skipagøtu ikki í hópinum - framvegis úti við skaða

Sí eisini: Elias verður skjótt á vøllinum aftur

Vardar 1961 - Valur (Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi) - Bólkur F
33-26: Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi: Báðir 3 mál og 5 skot

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki - seks umfør eru. Næsta umfar er í næstu viku.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder