Fótbóltur

Ikki so nógv uppá spæl í kvøld

Tað er í Ukreina, at tann mest avgerandi dysturin er; bólkafinala er í Amsterdam. Champions League bólkaspælið kemur at enda í kvøld.

Lyon skal hava stig í Ukreina fyri at koma víðari. David Silva og City eru víðari 
(Mynd: EPA)

Lyon skal hava stig í Ukreina fyri at koma víðari. David Silva og City eru víðari (Mynd: EPA)

2018-12-12 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið var spenningur heilt til endans í Liverpool, Milano og Barcelona. Tað endaði við, at tey ensku feløgini, Liverpool og Tottenham, spældu seg víðari. Í kvøld verða teir seinastu dystirnir í bólkaspælinum leiktir, og tað er ikki lagt upp til eins nógvan spenning.

Í øllum bólkunum uttan bólki F er greitt, hvørji tvey lið koma víðari. Lyon er á vitjan hjá Shakhtar til lagnudyst. Heimaliðið skal brúka ein sigur, meðan franska liðið spælir seg víðari við einum javnleiki.

Real Madrid hevur vunnið sín bólk, meðan Juventus liggur væl til at vinna sín frammanfyri United. Í bólki A er dystur um fyrsta plássið, tá Bayern er á vitjan í Amsterdam. Her eru treytirnar tær somu sum hjá Shakthar og Lyon: Heimaliðið skal vinna, meðan útiliðið stendur seg við javnleiki. 

Bólkur E
Bayern 13
Ajax 11
Benfica 4
AEK Athen 0

20.00: Ajax - Bayern
           Benfica - AEK

Bólkur F
Manchester City 10
Lyon 7
Shakhtar 5
Hoffenheim 3

20.00: Shakhtar - Lyon 
            Manchester City - Hoffenheim 

Bólkur G:
Real Madrid 12
AS Roma 9
CSKA Moskva 4
Viktoria Plzen 4

17.55: Real Madrid - CSKA Moskva 
            Plzen - Roma  

Bólkur H: 
Juventus 12
Manchester United 10
Valencia 5
Young Boys 1

20.00: Young Boys - Juventus  
            Valencia - Manchester United 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder