2021-09-25 15:40
Eingin dystur verður millum TB og HB við Stórá í Trongisvági seinnapartin. Tað hevur dómarin Aron Sofus Vest avgjørt.
Dysturin skuldi annars byrja klokkan 15:30, men standurin á vøllinum er ikki tann besti, nú tað hevur regnað so illa.
Sum skilst er so mikið nógv væta á vøllinum, at tað er trupult at spæla bólt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald