1. umfar varð liðugt fyri løtu síðani, og síðani var lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum.
Heta gekk fyri seg á Svangaskarði og beinleiðis á Rás 1. Heðin Arge frá Televarpinum og toftamaðurin Jann Ingi Petersen, fyrrverandi landsliðsspælari sum vann Løgmanssteypið við Víkingi í 2013, stóðu fyri lutakastinum.
Tað háttaði seg á hendan hátt:
Víkingur - AB
B36 - NSÍ
EB/Streymur - HB
TB - B68
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar hósdagin 9. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald