Fótbóltur

Ímyndin av frælsum ítrótti ársins venjari

Ítróttavenjarin 2023 er Heri Ziska.

Eyðvør Klakstein, fótbóltsspælari, handaði Hera Ziska heiðurin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eyðvør Klakstein, fótbóltsspælari, handaði Hera Ziska heiðurin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-10 20:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein av teimum sjey heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM er ÍtróttaVENJARIN 2023.

Í uppskotið til hendan heiður vóru Wong Fai Yin í Havnar Badmintonfelag, Heri Ziska í Hvirluni og Sarita Kristina Hansen í KÍF Kappróður 

Og tað gjørdist Heri Ziska, sum fekk heiðurin.

Hann man vera ímyndin av frælsum ítrótti í Føroyum. Hann íðkaði kastiítrótt í nógv ár og vann hópatals heiðursmerki á høgum støði. Samstundis setti hann seg tó eisini inn í allar hinar greinarnar í frælsum ítrótti og fór at læra frá sær. 

Framvegis er hann venjari í Hvirluni – og alt sítt stóra arbeiðið ger hann sjálvboðin. Sama hvussu veðrið skikkar sær, sæst Heri á Tórsbreyt, har hann ótroyttiliga hevur vant, kveikt og motiverað óteljandi frælsar íðkarar. 

Heri er nærlagdur og leggur sjáldsama nógva orku í venjaraleiklutin. Hann dugir væl at møta teimum ungu, har tey eru, og menna tey haðani. Hann virðir, at íðkararnir eru ymiskir, og leggur dent á, at tey skulu at venja tað, hugurin stendur til. Tey sleppa at mennast í friði, og eru tey betri enn seinast, ja, so hava tey vunnið, hóast tey ikki sleppa upp á sigurspallin.

Av tí, at Heri kennir allar greinarnar í frælsum ítrótti, eru venjingarnar fjølbroyttar og áhugaverdar. Fær ein íðkari skaða, dugir hann væl at leggja venjingina til rættis, so at kroppurin styrknar aftur. 

Hóast Heri er knýttur at Hvirluni sum venjari, er hann eisini instruktørur hjá øðrum venjarum og ger soleiðis sítt til at seta við. Hann er gávumildur við sínum royndum, síni vitan og mongu hugskotunum um, hvussu vit í Føroyum frameftir kunnu styrkja frælsa ítróttin. Hann er altíð klárur, tá ið heitt verður á hann, og sunnumorgnar sæst hann mangan sjálvur venja í kastiringinum. 

Fyri sítt nærlagdni, ídni og sín ótroyttiliga venjaragerning frælsum ítrótti at frama verður Heri Ziska tilnevndur sum ÍtróttaVENJARIN 2023. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder