Annað

Iniesta gevst á spanska landsliðnum

Andrés Iniesta hevur í dag spælt sín síðsta landsdyst.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-01 21:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Andrés Iniesta spældi í dag sín síðsta dyst fyri spanska landsliðið.

Eftir tapið móti Russlandi boðar 34 ára gamli Iniesta nú frá, at hann gevst á landsliðnum, skrivar DR.

Í dystinum í dag byrjaði Iniesta á bonkinum og kom inn á vøllin í øðrum hálvleiki.

Dyrsturin endaði 1-1, men Russland vann 5-4 eftir brotssparkskapping.

"Eg viðurkenni hann sum ein av størstu leikarunum í søguni. Tað var, sum spældi hann sín fyrsta dyst í dag, og eg takki honum av øllum mínum hjarta," sigur spanski landsliðsvenjarin, Fernando Hierro.

Saman við spanska landsliðnum hevur Iniesta vunnið EM í 2008 og í 2012, umframt HM í 2010.

Iniesta gevst eisini í FC Barcelona eftir 22 ár í felagnum, og fer frameftir at spæla við japanska fótbóltsfelagnum Vissel Kobe.

placeholder
placeholder