Annað

Innandura sandflogbóltshøll er nú veruleiki

Innandura sandflogbóltshøllin, Koksið, á havnalagnum í Fuglafirði er nú liðug og klár til stóra kapping á mentanardøgunum í Fuglafirði um vikuskifti.

(Mynd: Flogbóltssambandið)

(Mynd: Flogbóltssambandið)

2025-09-03 18:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havsbrún, Fuglafjarðar Kommuna og Flogbóltssamband Føroya hava í felag gjørt hesa innandura sandflogbóltshøllina, Koksið, til veruleika. 

Flogbóltssamband Føroya hevur fyribils atgongd til Koksið fram til oyggjaleikirnar í 2027, og tá má støða takast til, hvat so hendir víðari.

Koksið fer at verða sera týðandi í sambandi við menningina av sandflogbólti í Føroyum. Talan er um menning av leikarum sum heild, menning til komandi altjóða avbjóðingar og eisini til oyggjaleikirnar í 2027. 

Samstundis sum Koksið nú er klárt at taka í nýtslu, er ein dupultur uttandura sandflogbóltsvøllur um at vera liðugur í Sandavági. Umframt tað, verður ein uttandura vøllur eisini bygdur í Fuglafirði. 

Koksið verður tikið í brúk við stórari kapping í sandflogbólti, sum verður á Mentanardøgunum í Fuglafirði. Kappingin byrjar fríggjadagin kl. 17.30. Síðsti dystur er sunnudagin kl. 16.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder