Størsti favorittunum av øllum í áttandapartsfinalunum var Italia. Gli Azzuri vann allar tríggjar dystirnar í bólkaspælinum, har málmunurin var 7-0. Allir hesir dystirnir vórðu leiktir í Rom, men í kvøld skuldi liðið hjá Roberto Mancini spæla í London, og tað gekk ikki beinleiðis sum smurt.
Eysturríki verður ikki mett at vera sterkari enn til dømis Sveis, ið Italia lættliga skúgvaði til viks í bólkaspælinum (3-0) Men Eysturríki vann avgerandi dystin í bólkaspælinum móti Ukraina - eftir tvey heldur fløt avrik móti Niðurlondum og Norðurmakedónia - og sjálvsálitið tyktist at vera í lagi í kvøld. Liðið hjá Franco Foda legði bragdliga fyri og spældi við nógvari orku og yvirskoti á Wembley. Italiumenn fingu eisini fitt av plássi tíðliga í dystinum, men so líðandi í fyrra hálvleiki fór Eysturríki longur aftur á vøllin og stongdi rúmini. Miðáleyparin Ciro Immobile fekk tó einaferð pláss til langskot, og tað rakti stólpan.
Í 2. hálvleiki megnaði Italia als ikki at seta seg á dystin, og eysturríkar vóru stinnir og tyktust eisini vandamiklir til tíðir. Tjúgu minuttir inn í hálvleikin sá tað út sum, at Eysturríki hevði lagt seg á odda, men meðan VAR hugdi eftir tí sást, at annað beinið hjá Marco Arnautovic, ið hevði stútað bóltin í málið, var í rangstøðu.
Tað var málleyst, tá 90 minuttir og yvirtíðin vórðu leikt, og so skuldu liðini spæla hálvan tíma afturat. Hetta væntaðu heilt fá frammaundan, men Italia fekk sigurin í hús við tveimum málum í fyrra hálvleiki av longdu leiktíðini. Spinazzola fann Federico Chiesa til høgru í brotsteignum. Skjóti vongurin, ið hevur havt eitt gott sera kappingarár í Juventus, hevði gott pláss og tók tvær góðar nertingar - eina við høvdinum og eina við høgra beinið. Hetta gjørdi, at Chiesa slapp framvið eysturríkaranum, ið var tættast, og hann setti síðani bóltin niður í longra málhornið við vintra beininum.
Chiesa skýtur her Italia á 1-0. Skóti vongurin kom inn stutt fyri at vanliga leiktíðin var av og gjørdi skjótt mun
Tað gjørdi Pessina eisini
Og Mancini kendi lættan á sær
(Myndir: EPA)
Landsliðsmál nummar tvey hjá Chiesa - eitt flott mál. Tíggju minuttir seinni sló ein annar innskiftari til. Tað var Atalanta-miðvallarin Matteo Pessina, ið hevði runnið inn í brotsteigin. Hann skoraði einasta málið í dystinum móti Wales í bólkaspælinum, og tá innskifti Belotti næstan liggjandi fekk lagt bóltin til rættis var Pessina ísakaldur.
Innskifti áleyparin hjá Eysturríki, Sasa Kalajdic, sum eisini skoraði í 3-1 sigrinum á Føroyum í Wien í mars, minkaði um munin í seinna hálvleiki, men nærri kom Eysturríki ikki. Harvið noyddust teir at taka til takkar við einum flottum avriki og at vera teir einastu, ið hava skora móti Italia í 390 minuttum í endaspælinum.
Kalajdic minkaði um munin við stútara í samband við hornaspark
Og so var spenningur í aftur síðstu løtuna
Men tað rakk ikki hjá Alaba, Dragovic og hinum, ið skulu vitja Tórsvøll í heyst (Myndir: EPA)
Italia vísti veikleikar og tyktist at mangla loysnir og yvirskot í stórum pørtum av vanligu leiktíðini. Fleiri leikarar høvdu ikki spælt í tíggju dagar, tí Mancini spardi í seinasta bólkadystinum, men nú fær Gli Azzuri so í minsta lagi ein dyst afturat, har teir í bláum skulu finna eitt annað støði. Tá verður Italia so í øllum førum ikki stórfavorittur, tí mótstøðuliðið verður Portugal ella Belgia. Hesi liðini bresta saman í Sevilla í annaðkvøld.
Fyrr í kvøld vann Danmark 4-0 á Wales í Amsterdam.
Áttandapartsfinalurnar
Í dag - Leygardagin 26. juni
Wembley, London
Italia - Eysturríki 2-1 eftir longda leiktíð - 0-0 eftir vanliga leiktíð
95' Federico Chiesa 1-0
105' Matteo Pessina 2-0
114' Sasa Kalajdic 2-1
Johan Cruyff Arena, Amsterdam
Wales - Danmark 0-4 (0-1)
27' Kasper Dolberg 0-1
48' Kasper Dolberg 0-2
88' Joakim Mæhle 0-3
90 (+3) Martin Braithwaite 0-4
Í morgin - Sunnudagin 27. juni
Puskás Arena, Budapest
17.00: Niðurlond - Kekkia
La Cartuja, Sevilla
20.00: Belgia - Portugal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald