Fótbóltur

Inter: Christian Eriksen er væl fyri

Mikudagin, nærum tveir mánaðir eftir, at hann small um á vøllinum, vitjaði danski miðvallarin italska felagið – Framtíð hansara í felagnum er ógreið, men hann er væl fyri kropsliga og sálarliga.

Christian Eriksen fekk ein hjartatilburð í EM-dystinum móti Finnlandi 12. juni (Mynd: EPA)

Christian Eriksen fekk ein hjartatilburð í EM-dystinum móti Finnlandi 12. juni (Mynd: EPA)

2021-08-05 19:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danski landsliðsleikarin, Christian Eriksen, hevur nú verið og vitjað hjá Inter, har hann hevur spælt síðan 2020. Hann hitti formannin, venjaran, liðfelagar og onnur, sum vóru knýtt at felagnum.

Sambært Inter var hann væl fyri, bæði kropsliga og sálarliga. Hann fer at fylgja eina ætlan, sum danskir læknar í Keypmannahavn hava gjørt, og fara teir at fylgja við gongdini hjá honum. Læknatoymið hjá Inter verður eisini kunnað um hetta, skrivar italska felagið.

Fólk fingu ein skelk, tá Christian Eriksen small um á fótbóltsvøllinum í Keypmannahavn undir EM-dystinum móti Finnlandi. Dysturin varð steðgaður, meðan Christian Eriksen fekk lívbjargandi fyrstuhjálp og varð koyrdur á Ríkissjúkrahúsið til nærri kanningar. Dysturin varð síðani tikin uppaftur seinni á kvøldinum, og endaði Finnland við at vinna 1-0.

Uml. eina viku seinni varð Christian Eriksen útskrivaður av sjúkrahúsinum eftir at hava verið undir skurði. Hann hevur fingið eina ICD-eind setta til hjartað, eitt lítið tól, sum verður sett í bringuna, sum ansar eftir hjartarútmuni, og sum gevur hjartanum ein stoyt, um tað steðgar.

Síðani hevur spurningurin verið, hvussu hetta fer at ávirka yrkisleiðina hjá Christian Eriksen sum fótbóltsleikari. Italia hevur nevniliga strang krøv til ítróttafólk við hjartasjúkum. Har er tað ikki so einfalt at sleppa at íðka ítrótt á høgum støði, um mann hevur fingið ein sonevndan pacemakara, sum Christian Eriksen hevur fingið.

Sambært Ritzau skrivar Inter einki um, hvørt ætlanin er, at Christian Eriksen skal halda fram í felagnum, ella við fótbólti yvirhøvur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder