2018-12-27 20:39
Ósømiligi atburðurin hjá viðhaldsfólkunum hjá Inter undir dystinum móti Napoli í gjár, fær nú avleiðingar fyri felagið.
Gjøgnum allan dystin róptu viðhaldsfólk hjá Inter apuljóð eftir senegalesiska leikaranum hjá Napoli Kalidou Koulibaly. Napoli venjarin royndi tríggjar ferðir at fáa dystin avblástan, men hetta eydnaðist ikki.
Italska fótbóltssambandið hevur nú kannað málið, og hevur avgjørt, at Inter skal spæla næstu tveir dystirnar uttan áskoðarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald