Seinastu dagarnar hevur søgan um Alexis Sanchez til Inter verið nógv frammi - í gjárkvøldið vórðu hesi tíðindini váttað.
30-ára gamli leikarin úr Kili skiftir til annað av stóru feløgunum í Milano - talan er um eina leiguavtalu, ið er galdandi fyri kappingarárið 2019/2020.
Sky Sports skrivar, at United skal gjalda seks milliónir pund av lønini hjá Alexis komandi árið. Leikarin hevur verið tann best lønti leikarin í Premier League, síðani hann kom til Manchester United frá Arsenal. Sambært Sky inniheldur avtalan ikki ein keypsmøguleika fyri ein ásettan prís í tíðarskeiðinum.
Fimm mál í 45 dystum var ikki júst tað, sum Manchester United hevði ynkst, tá Alexis Sanchez kom til Old Trafford og Henrikh Mkhitaryan fór hinvegin í januar í fjør.
Fyrr í august skifti Romelu Lukaku úr United til Inter. Tað seinasta er, at Chris Smalling er á veg til Roma - talan verður eisini fyrst um eina leiguavtalu har - og ein annar verjuleikari á liðnum hjá Solskjær, Matteo Darmian, er á veg til heimlandið at spæla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald