
Tær seinnu hálvfinalurnar í Champions League hava verið á skránni seinastu dagarnar.
Týskvøldið vann Inter Milan eftir ein dramatiskan og undirhaldandi dyst á FC Barcelona.
Eins og í fyrru hálvfinaluni, stóð 3-3 eftir 90 minuttir - ella tað gjørdi tað eftir 95 minuttir. Í yvirtíðini javnaði Inter-miðverjin Francesco Acerbi til 3-3, og í longdu leiktíðini sló Davide Frattesi til.
Lamine Yamal og hinir megnaðu ikki at svara aftur hóast nakrar góðar støður. Harvið 4-3 og samanlagt 8-7. Liðið hjá Simone Inzaghi spæla Champions League-finalu fyri aðru ferð uppá trý ár. Í 2023 tapti italska felagið fyri Manchester City í finaluni.
Inter Milan gjørdi bart móti favorittunum úr Barcelona og sigraði í regninum á Giuseppe Meazza týskvøldið (Mynd: EPA)
PSG hevur nú sligið trý ensk feløg út á rað í størstu evropeisku kappingini: Fyrst Liverpool, síðani Aston Villa og í hálvfinaluni Arsenal.
Franska stórfelagið vann fyrra dystin 1-0 í London, og í gjárkvøldið endaði tað 2-1 í París. Fabian Ruiz skoraði í 27. minutti, og so varð tað tungt hjá Arsenal.
Achraf Hakimi økti í 72. minutti, Bukayo Saka gav fýra minuttir seinni útiliðnum nakað av lívi, men einki steyp til Arsenal í ár heldur. PSG er víðari eftir samanlagdan 3-1 sigur og skal fyri aðru ferð í søgu felagsins spæla Champions League-finalu.
Fyrru ferð var í 2020 móti Bayern München, har týska liðið vann. Seinast Inter Milan vann kappingina var í 2009 - móti Bayern. Champions League-finalan verður í München leygarkvøldið 31. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald