
Arsenal spældi í gjárkvøldið sína fyrstu Champions League-hálvfinalu í 16 ár. Nú liðið hjá Mikel Arteta liggur til at enda á 2. plássinum í Premier League triðja árið á rað, er tað í størstu evropeisku kappingini, at Arsenal skal skriva søgu.
Í fjórðingsfinalunum eydnaðist Arsenal at fáa eitt ógvuliga gott útgangsstøði við 3-0 sigri á Real Madrid á Emirates. Í gjár gekst ikki eins so væl - eingin fríspørk til Declan Rice og tá hinir fingu góðu møguleikarnar varð ikki tikið av.
Hinvegin tók Ousmane Dembélé ábyrgd fyri PSG. Í 4. minutti setti hann vinstra fótin á eftir gott forarbeiði frá Khvicha Kvaratskhelia í vinstru. Bólturin fór umvegis stongina í málið, og 0-1 varð endaliga úrslitið í 1. hálvfinaluni.
PSG kundi økt móti endanum, men fronsku meistararnir, sum hava sligið Liverpool og Aston Villa út, taka eitt ógvuliga gott útgangsstøði við til París. Um eina viku kann liðið hjá Luis Enrique spæla seg í sín aðru Champions League-finalu.
Í kvøld spæla Barcelona og Inter Milan um at fáa fyrimunin í hesari uppgerðini. Hálvfinalan á Camp Nou byrjar klokkan 20 føroyska tíð og sæst á TV3 +/Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald