Annað

International sports day í Klaksvík

Hesin serligi ítróttardagurin varð fyrstu ferð hildin í Runavík í 2021, og tá møttu á leið 300 tilflytarar upp, serliga úr Asiu. Í ár er ætlanin at røkka enn longur, soleiðis at allir tilflytarar í Føroyum og føroyingar, ið hava hug, kunnu melda seg til tiltakið, sigur Klaksvíkar kommuna.

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2023-06-28 09:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 15. juli skipa tilflytarar, saman við Klaksvíkar kommunu og integratiónsnevndini, fyri ítróttardegi í Klaksvík.

Dagurin er serliga málrættaður tilflytarum, men øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi.

Á skránni verða kappingar, sum bæði eru til álvara og gaman.

Hesin serligi ítróttardagurin varð fyrstu ferð hildin í Runavík í 2021, og tá møttu á leið 300 tilflytarar upp, serliga úr Asiu. Í ár er ætlanin at røkka enn longur, soleiðis at allir tilflytarar í Føroyum og føroyingar, ið hava hug, kunnu melda seg til tiltakið.

Tað er ein bólkur av tilflytarum, sum hevur tikið stig til tiltakið, og Klaksvíkar kommuna stuðlar og hjálpir til við ymiskum praktiskum fyrireikingum, skrivar kommunan.

Tiltakið verður skipað við denti á stuttleika, spæl og kappingar. Kappast verður eitt nú í kurvabólti, flogbólti, badminton, fótbólti og kappingar á rennibreytini. Hesar kappingar er neyðugt at tekna seg til.

Somuleiðis verða ymiskar aðrar stuttligar kappingar so sum posa-rennikapping, hula-rennikapping, sjómanstak, togtogan og aðrar kappingar, har tað ikki er neyðugt við tilmelding.

- Í integratiónsarbeiðinum í kommununi umrøða vit javnan, hvussu kommunan kann stuðla undir betri trivnað hjá tilflytarum og vera við at skapa relatiónir millum tilflytarar og føroyingar. Tí taka vit sera væl ímóti hesum hugskoti og vilja virka fyri, at tiltakið gerst møguligt, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Tilmeldingin til ítróttardagin er opin til 1. juli. Til ber at melda seg til á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder