Iranska fótbóltssambandið hevur innsent eina kæru til Fifa um amerikanska fótbóltsliðið.
Orsøkin er, at amerikanska fótbóltssambandið herfyri legði mynd út á sosialu miðlarnar, har flaggið hjá Iran var víst uttan islamiska merkið í miðjuni. Hetta varð gjørt fyri at vísa samhuga við mótmælisfólkunum, sum mótmæla prestastýrið og kvinnukúgan í Iran í hesum døgum.
Men hetta var ein óprofessionel ger, heldur iranska fótbóltssambandið sambært Ritzau.
Myndin er síðani tikin av sosialu miðlunum aftur, og er ein mynd við "rætta" flagginum løgd út í staðin, men sambært talsfólki hjá amerikanska fótbóltssambandinum stuðla tey framvegis kvinnurnar í Iran.
Talsfólk hjá amerikanska fótbóltssambandinum sigur við CNN, at tey vildu broyta flaggið hjá Iran í 24 tímar fyri at vísa iransku kvinnunum teirra stuðul, men var tað altíð ætlanin at brúka rætta flaggið eftir hetta.
Iranska fótbóltssambandið heldur, at USA eigur at fáa eina átalu, men iranski statsmiðilin Tasnim heldur, at USA eigur at verða koyrt úr HM-endaspælinum.
– Við at almannakunngera eina skeiva mynd av flagginum hjá Iran á einum almennum vanga, hevur amerikanska fótbóltssambandið brotið reglugerðirnar hjá Fifa, og er ein hóskandi revsing útihýsing frá 10 dystum, sigur statsmiðilin.
USA og Iran spæla í morgin, og vinnarin fer víðari til áttandapartsfinaluna í HM.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald