Havnar Bóltfelag hevur sett venjara, sum skal taka sær av at venja besta kvinnuliðið hjá felagnum og eisini skal virka sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum.
Talan er um 32 ára gamla íran Christopher Harrington, sum seinastu mánaðirnar hevur verið venjari hjá Sandoyar Ítróttafelag, B71. Hann hevur eisini roynt seg sum venjari í Íslandi.
Sum kvinnuvenjari skal Christopher Harrington avloysa Allan Dybczak, sum hevur verið kvinnuvenjari í felagnum í fleiri ár.
Les eisini: HB steðgar samstarvinum við Allan
Við heimasíðuna hjá HB sigur nýggi venjarin:
– HB er mest vinnandi felagið i Føroyum. At gerast ein partur av hesum, og byggja víðari upp á hetta, er nakað sum tiltalar meg. Her eru nógv góð fólk virkin í felagnum. Fólk sum hava somu virðir og prinsippir sum eg, um hvussu eitt felag skal rekast.
– Hjá kvinnum ynski eg at skapa eitt umhvørvi, har allar trívast. Hetta skal gerast við hørðum arbeiði, samstundis sum at vit skulu hava tað stuttligt.
– Í ungdómsdeildini vil eg framhaldandi menna leikarar, sum skulu spæla á bestu liðum felagsins. Men týdningarmest er at menna menniskju. Menniskju sum skulu gerast ein aktivur partur av felagsskapinum HB í fleiri ár, sigur nýggi kvinnu- og ungdómsvenjarin.
Sáttmálin við Christopher er galdandi til og við kappingarárið 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald