Fótbóltur

Isaac Shaze skal nú spæla í bestu deildini í Finnlandi

Shaze spældi í TB/FCS/Royn í byrjanini av farna kappingarári.

Mynd: Suðurrás

Mynd: Suðurrás

2019-01-08 14:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Isaac Shaze, sum byrjaði farna kappingarár í hópinum hjá TB/FCS/Royn, spælir nú í bestu finsku deildini.

Isaac Shaze spældi 16 dystir fyri fyrrverandi felagsliðið í Suðuroynni, og skoraði 1 mál, vísa hagtøl hjá Faroesoccer.com.

Bolt.fo skrivar, at Shaze spældi við Gefle í triðju bestu deildini í Svøríki, áðrenn hann nú skifti til KPV, sum júst er flutt upp í bestu deildina í Finnlandi. Hann hevur gjørt sáttmála fyri 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder