Árliga FøroyaMeistarastevnan og JuniorMeistarastevnan á stuttgeil hevur verið um vikuskift - fyri fyrstu ferð í mong ár í Klaksvík.
56 svmjarar hava kappast, og nøkur føroysk met eru sett. Hetta skrivar svimjing.com.
Fríggjakvøldið svam Isak Brisenfeldt seg til føroyskt met í 200 blandað. Hetta við tíðini 2:01.23.
Tað er nakað betri enn metið, sum Pál Joensen setti i 2012 - stutt áðrenn OL. Hetta var á 2:01.97. Besta tíðin hjá Isaki frammanundan hesum var 2:02.08 frá Oyggjaleikunum á Orkney í summar.
Lea setti met tvær ferðir
Lea Osberg Højsted svimur til dagliga í Klaksvík, og 17-ára gamli svimjarin hevði eitt gott vikuskifti.
Fríggjakvøldið betraði Lea O. Højstedi um sítt føroyska met og juniormet í 50 bringu.
Dagin eftir gekst eisini ógvuliga væl: Hon setti við tíðini 1.08.89 føroyskt met og juniormet í 100 bringu og er harvið fyrsta føroyska kvinna undir 1:09 í 100 bringu.
![]()
Lea Osberg Højsted, her til HM fyrr í ár, ger hol í sjógvin (Mynd: SSF)
Øll úrslitini frá FM og JM á stuttgeil síggjast her
Kelda: svimjing.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald