Hondbóltur

Ísak: Seta Føroyar av álvara á heimskortið - vit vilja meira

Høvdu vit fingið HM-heiðursmerki, hevði tað verið svakliga stórt, sigur føroyski liðformaðurin og toppskjúttin í fjórðingsfinalu í videosamrøðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-26 22:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sosnowiec, Pólland (Portalurin): - Tá eg hevði skorað 3-4, so hugsaði eg, at eg ikki var til at steðga.

Soleiðis sigur Ísak Vedelsbøl, ið sum heild var tryggur við brotskøstum í kvøld. Sterki strikuspælarin varð føroyskur toppskjútti í søguliga fjórðingsfinalusigrinum.

Hann er sum vera man errin av liðnum - millum annað Róki Ziskason sum skoraði til 35-33 - men Ísak hyggur eisini fram ímóti hálvfinaluni móti Portugal í annaðkvøld.

Sí video ovast

[object Object]
Ísak Vedelsbøl stórfegnast eftir søguliga fjórðingsfinalusigurin (Mynd: Sverri Egholm)

-------------------------------------------------------------

U21 HM-fjórðingsfinalur
Í dag, hósdagin 26. juni
Føroyar - Slovenia 35-33 (19-13)

Dystargongdin í søguligu fjórðingsfinaluni
5 min: 2-2
10 min: 5-4
15 min: 8-8
20 min: 11-10
25 min: 14-11
30 min: 19-13
35 min: 21-17
40 min: 23-20
45 min: 26-22
50 min: 31-26
55 min: 33-29
60 min: 35-33

Føroysku málskjúttarnir:
Ísak Vedelsbøl: 10 (5)
Óli Mittún: 6
Niklas Gaard: 5
Høgni Heinason: 4
Høgni Højsted: 3
Trúgvi Hávardsson: 3
Sofus í Selvindi Nattestad: 2
Rókur Ziskason: 2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder