Ein føroyingauppgerð var í 3. umfari í European League-bólkaspælinum gjár. Hon var í Swiss Life-høllin í Hannover, har U21-landsliðið hjá Føroyum spældu sínar dystir í HM-meginumfarinum í 2023.
Tá var Ísak Vedelsbøl við sum týðandi strikuspælari og miðverji. Nú hevur Vilhelm Poulsen heimavøll har, og hittust føroysku landsliðsspælararnir til oddadyst í bólkinum.
Ikki óvæntað endaði tað við sigri til Hannover-Burgdorf, men IK Sävehof megnaði at halda tað nøkulunda spennandi, hóast tað var 26-20 eina løtu.
Ísak Vedelsbøl átti sín leiklut. 21-ára gamli føroyingurin stríddist væl móti Justus Fischer og hinum sum miðverji, har hann spældi meginpartin av dystinum, og ikki fleiri enn 27 mál fóru inn.
Í álopinum var nummar 47 mest vandamikil. Strikuspælarin brendi tvey skot - eitt á yvirleggjaran og eitt á stongna, men Ísak Vedelsbøl gjørdst toppskjútt hjá svenska liðnum við fimm málum: Eitt gott sæst á 2.40 í hæddarpunktunum ovast ella á Youtube.
Vilhelm Poulsen og teir vóru tó omaná og vunnu 27-25. Vilhelm spældi allan 2. hálvleki - í verju og álopi. Har gjørdi hoyvíkingurin sítt, og skoraði høgri bakkurin væl báðu ferðir, hann fór ígjøgnum.
Hannover-Burgdorf og Vilhelm Poulsen hava framvegis fult stigatal við seks stigum, meðan IK Sävehof nú datt niðurum Fredericia í stríðnum um 2. plássið.
Liðini hjá føroyngunum í bólki G hittast aftur í Svøríki týskvøldið 18. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald