Eftir eina væleydnaða byrjan fer Ítróttasamband Føroya komandi skúlaárið aftur at bjóða næmingum til Skúlaleikir. Tiltakið Skúlaleikir er eitt nýtt átak, hvørs endamál er at skapa felagsskap og rørslugleði í føroyska fólkaskúlunum.
Soleiðis skrivar ÍSF í tíðindaskrivi í dag um átakið, ið var fyrstu ferð á skrá í fjør, har umleið 1200 børn í 4. og 5. flokki luttóki.
Í ár bjóðar ÍSF allari miðdeildini; tað vil siga frá 4. flokki til 6. flokk, til sama átak. Tvær nýggjar ítróttagreinar verða nú lagdar afturat skránni frá í fjør. Tær eru kurvabóltur og rørslumegi, og sostatt bjóðar Skúlaleikir seks ítróttagreinar til skúlaárið 2022/23:
Frælsur ítróttur, Flogbóltur, Badminton, Innirógving, Kurvabóltur og Rørslumegi.
Skúlar kunnu melda til á skulaleikir.fo, og evstamark er 1. september.
Skúlaleikir eru skipaðir í samstarvi við ítróttasambondini, UMMR, Kommunufelagið, Fólkaheilsuráðið og Fróðskaparsetur Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald