2021-09-13 08:36
Í farnu viku fekk Ítróttasamband Føroya góðkenning sum dopingeftirlit í Føroyum. Felagsskapurin skal hava eftirlit við og arbeiða fyri, at doping ikki fer fram í skipaðum føroyskum ítrótti, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Uppgávurnar hjá felagsskapinum eru m.a. ásettar í lóggávu um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti og fevna um:
- at taka dopingroyndir av ítróttafólki í Føroyum
- at melda og leggja fram mál um doping
- at kunna um doping
- at luttaka í altjóða arbeiði til tess at fyribyrgja doping
- at ráðgeva og kunna almennar myndugleikar um viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri arbeiðið at fyribyrgja doping.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald