Ítróttasamband Føroya, ÍSF, lýsir nú eftir nýggjum aðalskrivara.
Petur Mittún, sum tók við sum aðalskrivari í ÍSF fyri sjey árum síðani, hevur sagt seg úr starvi, tí hann hevur fingið annað starv. Hann hevur tikið av tilboði at gerast vinnukundastjóri hjá Føroya Tele.
Málið hjá starvsnevnd ÍSF’s er at nýggi aðalskrivarin skal vera funnin, so viðkomandi kann byrja 1. mars ella skjótast møguligt eftir hetta. Petur Mittún gevst í starvinum í seinasta lagið 30. apríl.
Í lýsingini eftir nýggjum aðalskrivara verður sagt, at føroysk ítrótt stendur fyri stórum og spennandi avbjóðingum.
- ÍSF er í eini spennandi menningartíð. Virksemið er vaksið nógv seinastu árini, og næstu árini verður ikki minni virksemi. Fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027, arbeiðið við nýggjum ítróttahúsi og at skipa tilgongdina við nýggjari strategi fyri ÍSF eru bara nakrar av stóru uppgávunum, sum fara at seta dám á arbeiðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald