Fýra dystir í millumumfarinum í HM-endaspælinum eru leiktir í dag.
Í bólki I í Týskland vann Braslia yvirraskandi á Kroatia, ið annars vann allar dystirnar í grundspælinum. Brasliumenn skoraðu nógv mál í 1. hálvleiki, og sigurin hevur við sær, at liðið kann koma víðari, um tað aftur gerst til ein sigur í morgin, og um Kroatia vinnur á Týskland.
Eins og ímóti Týsklandi hevði Ísland trupulleikar við at skora mál, og franska liðið var bara ov sterkt. Liðið hjá Didier Dinard kom á odda 6-0, og og íslendingar megnaðu ikki heilt at gera dystin spennandi. Ísland hevur nú bara æruna at spæla fyri týsdagin, meðan Frakland er víðari, um tað verður ein vinnari í Kroatia - Týsklandi í morgin.
Í bólkinum ið verður leiktur í Herning, greiddi Norra sína skyldu og vann á Egyptalandi. Harvið er lagt upp til skandinaviskt brak í morgin, tá Norra og Svøríki hittast. Norðmenn skulu hava stig fyri at gera sær vónir um at koma til hálvfinaluna. Sander Sagosen var í hopla í kvøld og skoraði 10 mál, og tað gjørdi Magnus Abelvik Rød eisini.
Bólkur I:
Brasilia - Kroatia 29-26 (17-13)
Ísland - Frakland 22-31 (11-15)
Frakland 7 *
Týskland 5
Kroatia 4
Spania 2
Brasilia 2
Ísland 0 *
*Ein dyst fleiri
Í morgin: Spania - Brasilia
Kroatia - Týskland
Bólkur II:
Ungarn - Tunesia 26-21 (16-14)
Norra - Egyptaland 32-28 (16-14)
Danmark 6
Svøríki 6
Norra 4
Ungarn 3 *
Egyptaland 1
Tunesia 0 *
*Ein dyst fleiri
Í morgin: Svøríki - Norra
Egyptaland - Danmark
Hondbóltur
Ísland er úti av HM
Brasilia loypti hvøkk á við sigri á Kroatia - Frakland er so gott sum víðari.
Ísland tapti greitt fyri Fraklandi í kvøld (Mynd: EPA)
2019-01-20 22:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald