Hondbóltur

Ísland javnaði í síðsta sekundi – Kroatia setti Spania uppá pláss

Íslendingar heintaðu trý mál seinastu 100 sekundi í lykladystinum móti Serbia í gjárkvøldið. Kroatia vann við heili tíggju málum á Spania, meðan Eysturríki basti Rumenia.

Serbar

Serbar "høvdu sigurin" men mistu takið seinastu minuttirnar: Aron Pálmarsson skoraði tvey mál, og síðani mistu serbar bóltin. Harvið fekk Ísland eina fína EM-byrjan (Mynd: EPA)

2024-01-13 09:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir vórðu spældir í EM-endapsælinum í Týsklandi í gjárkvøldið. Talan var um seinastu dystirnar í 1. umfari í bólkaspælinum.

Ísland, ið hevur nógvan tokka millum føroyingar, spældi ein javnan dyst móti Serbia, har málverjarnir og verjurnar høvdu yvirtakið fyrstu løtuna. Tað vóru serbar, ið høvdu yvirtakið í 2. hálvleiki, tá meira ferð kom á málskjótingina, og tá 100 sekund vóru eftir av dystinum, var støðan 27-24. Alt bendi á, at íslendingar fóru at fáa eina heldur keðiliga EM-byrjan.

Teir ressaðust tó við og royndi Aron Pálmarsson minkaði um munin tvær ferðir - tað seinna ein rakett við undirhondini. Serbar høvdu bóltin, tá beint yvir tíggju sekund vóru eftir og royndu at spæla tíðina út. Serbar sløsaðu, íslendingar komu ímillum, og Bjørn Gudjónsson varð sendur avstað og javnaði. Stór frøi á íslendsku fjøldini í München og eitt møguliga umráðandi stig í "dynamittbólkinum". 

Brot frá dystinum síggjast her

Video: Youtube

Ungarn vann 26-24 á Montenegro í hinum dystinum í bólki C. Hesin var eisini spennandi, og lagt er upp til ógvuliga týðandi dystir í München í morgin, har Serbia - Ungarn er lykladysturin.

Spania skal eisini av álvara reisa seg í morgin. Ikki tí; at tapa móti Kroatia kann henda fyri øll lið, men spaniólar byrjaðu EM við tíggju-máls tapi. Verjan sat als ikki móti skaðaplágaðu kroatunum, og sponsku málverjarnir høvdu ikki eina veruliga bjarging - Perez de Vargas rann inn og loftaði eitt skot móti tómum máli, og tað var tað. Hinvegin ein frálík byrjan hjá Kroatia sum skoraði 39 mál og hevur sett seg í góða støðu til at vinna bólkin.

Hini bæði liðini í bólki B vóru í undankappingarbólki við Føroyum. Eysturríki verður mett at vera nakað sterkari enn Rumenia, og soleiðis var eisini í Mannheim í gjárkvøldið. Eftir ein javnan fyrra hálvleik fór Eysturríki veruliga frá í seinna hálvleiki og vann við sjey málum. 

[object Object]
Eysturríki vann tvær ferðir á Føroyum í undankappingini - tað var tó tepurt í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

EM 2024, 1. umfar í bólkaspælinum
Í gjár fríggjadagin 12. januar

Bólkur B: 
Eysturríki - Rumenia 31-24 (15-14)
Spania - Kroatia 29-39 (14-18)

Bólkur C:
Ísland - Serbia 27-27 (11-10)
Ungarn - Montenegro 29-27 (14-14)

2. umfar í hesum bólkunum er á skránni í morgin.

Í kvøld eru seks teir fyrstu dystirnir í 2. umfarinum í EM-bólkaspælinum á skránni, har Føroyar millum annað skulu í eldin aftur.

Í dag, leygardagin 11. januar - 2. umfar

Bólkur D - Berlin

17.00: Pólland- Slovenia
19.30: Føroyar - Noreg

Sí eisini:
Norðmenn:- Kann gerast hart móti Føroyum
Gøran Johannesen: - Fekk ongan fisk í Føroyum
Stórur miðlaáhugi fyri føroyska liðnum
Helgi Hildarson Hoydal: Havi leingi glett meg til at spæla móti Noreg
Julian Johansen: - Skulu halda okkum so leingi inni í dystinum sum gjørligt

Bólkur E - Mannheim
17.00: Niðurlond - Bosnia & Hersegovina 
19.30: Svøríki - Georgia 

Bólkur F - München
17.00: Kekkia- Portugal
19.30: Danmark - Grikkaland 

Allar tíðir eru føroyskar. Dystirnir síggjast millum annað á danska TV2, TV2 Sport og TV2 Play.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder