Alt var uppá spæl hjá Íslandi og Makedónia, tá londini hittust í München. Bæði liðini høvdu tapt fyri Kroatia og Spania men vunnið á Japan og Bahrain. Harvið var tað ein finala um 3. plássið, sum gevur seinasta plássið í millumumfarinum. Ísland hevði betri málmun, so liðið hjá Guðmundi Guðmundssyni kundi standa seg við javnleiki.
Ísland skoraði fyrsta málið, men síðani fekk Makedónia fýra mál á rað. Makedónar spældu við 7 ímóti 6 allan dystin, og hetta gjørdi tað trupult fyri íslendsku verjuna, ið noyddist at flyta seg nógv. Hatta gav tó fleiri møguleikar at kasta bóltin í tómt mál, tá feilir vóru gjørdir í álopinum, og tað gjørdi íslendingar sær dalt av. Makedónia var tó á odda tað mesta av 1. hálvleiki og førdi við tveimum í steðginum.
(Mynd: EPA)
Í 2. hálvleiki fekk Ísland betri fatur á í verjupartinum og skoraði betur ímóti Ristovski, ið stóð sera væl í 1. hálvleiki. Arnór Gunnarson gekk á odda við níggju málum, og høgri vongurin varð valdur til dagsins leikara. Eitt sindur inn í hálvleikin tók Ísland leiðsluna, og lat ongantíð Makedónia taka hana aftur. Liðið av Balkan skuldi vinna dystin, men íslendingar høvdu nervarnir í lagið og spældu seg víðari.
Fyrr í dag spældu Brasilia og Egyptaland seg víðari við tryggum sigrum. Tunesia gjørdist fyri løtu síðani triðja tjóðin uttanfyri Evropa til at spæla seg víðari. Eysturríki megnaði ikki at basa norðurafrikanska landinum, ið endar á triðjaplássi í bólkinum, har Danmark og Norra spæla finalu í kvøld.
Bólkur A:
Týskland 8
Frakland 7
Brasila 6
Russland 4
Serbia 3
Korea 0
Brasilia - Korea 35-26 (18-10)
Týskland - Serbia 30-23 (16-12)
19.30: Frakland - Russland
Bólkur B:
Kroatia 8
Spania 8
Ísland 6
Makedónia 4
Bahrain 2
Japan 0
Bahrain - Japan 23-22 (10-9)
Makedónia - Ísland 22-24 (13-11)
19.30: Kroatia - Spania
Bólkur C:
Norra 8
Danmark 8
Tunesia 6
Kili 4
Eysturríki 2
Saudi Arabia 0
Kili - Saudi Arabia 32-27 (21-13)
Eysturríki - Tunesia 27-32 (14-18)
19.15: Danmark - Norra
Bólkur D:
Svøríki 8
Ungarn 6
Egyptaland 5
Qatar 4
Argentina 3
Angola 2
Egyptaland - Angola 33-28 (19-12)
Qatar - Argentina 26-25 (16-13)
19.30: Svøríki - Ungarn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald