Hondbóltur

Íslendingur við til at sláa Ísland út

Dagur Sigurðsson og lið hansara vunnu spennandi dystin móti Slovenia í Zagreb. Harvið er Kroatia víðari, og bert eitt norðurlendskt lið er í HM-fjórðingsfinalunum. Tær verða spældar týskvøldið og mikukvøldið.

Dagur Sigurðsson kann fegnast um, at Kroatia í næstu viku hevur møguleika at spæla seg í HM-finaluna. Innanhýsis málúrttøka við heimlandi og Eygptaland gjørdist týðandi (Mynd: EPA)

Dagur Sigurðsson kann fegnast um, at Kroatia í næstu viku hevur møguleika at spæla seg í HM-finaluna. Innanhýsis málúrttøka við heimlandi og Eygptaland gjørdist týðandi (Mynd: EPA)

2025-01-26 21:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu dystirnir í meginumfarinum eru spældir, og nú er tað greitt, at HM-fjórðingsfinalurnar 2025 vera hesar: 

Týsdagin 28. januar
Frakland - Egyptaland
Kroatia - Ungarn

Mikudagin 29. januar:
Danmark - Brasil *
Portugal * - Týskland

*Fyrstu ferð at hesi eru við so seint í einum HM-endaspæli

Danmark er einasta liðið eftir úr Norðanlondum. Trýfaldu heimsmeistararnir skulu nú spæla í Oso-økinum og eru risafavorittar til dystin móti Brasil mikudagin - og rímiliga stórur favorittur at vinna kappingina. Ongantíð áður hevur eitt suðuramerikanskt lið vunnið seg í fjórðingsfinalurnar.

Ísland greiddi fyrr í dag sína skyldu móti Argentina, men tá Egyptaland og Kroatia síðani vunnu, hjálptu tað einki. 

Hesi trý endaðu øll við átta stigum hvør í bólkinum, men í innanhýsis málúrttøku vóru Kroatia og Egyptaland frammanfyri Ísland. Hetta gjørdist avgerandi.

[object Object]Kroatia vann á Íslandi fríggjakvøldið, og harvið høvdu íslendingar ikki lagnuna í egnum hondum í dag (Mynd: EPA)

Kroatisku vertirnir byrjaðu annars heilt illa móti Slovenia, sum einki hevði at spæla fyri, í kvøld. Tað var 0-5 eftir eina løtu men 15-15 í steðginum, og tá tingini so skuldu avgerast, vóru kroatar omaná í kókandi høllini í Zagreb.

Liðið hjá íslendska Dagur Sigurðsson skal harvið spæla fjórðingsfinalu móti Kroatia týsdagin. Ísland er eftir góða byrjan úti.

Noreg og Svøríki høvdu verri endaspæl, enn vanligt er, og eru hesi bæði skandinavisku londini úti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder