Týsdagin var frøin í íslendska EM-hópinum í hondbólti stór, tá tað eydnaðist teimum av vinna móti Ungarn og harvið tryggja Íslandi víðari luttøku í EM-kappingini, sum verður hildin í júst Ungarn og Slovakia.
Í dag er lagið ikki so gott, tí ikki færri enn tríggir av leikarunum eru nú raktir av korona. Tað upplýsti íslendska hondbóltssambandið í gjár.
Gjáramorgunin varð íslendski hondbóltshópurin kannaður fyri korona, sum vanligt er, og her vísti tað seg, at teir tríggir, Björgvin Páll Gustavsson, Elvar Örn Jónsson og Ólafur André Guðmundsson, høvdu fingið smittuna.
Teir kunnu sostatt ikki vera við í dystinum móti Danmark, sum verður spældur í kvøld.
Hetta fær sum vera mann stóran týdning fyri dystin. Serliga kann missurin av Björgvini Páll Gustavssyni vera stórur – tað er hann, sum er fyrsti mámverji íslendinga.
Sambært íslendska hondbóltssambandinum, var ikki ætlanin at kalla nýggjar leikarar til hópin áðrenn dystin í kvøld.
Eftir ein støðg í gjár, kemur veruliga gongd í EM-kappingina aftur í kvøld.
Ikki færri enn seks dystir eru á skránni í dag.
Bólkur 1:
Kl. 14.30: Montenegro-Kroatia
Kl. 17.00: Frakland-Niðurlond
Kl. 19.30: Danmark-Ísland
Bólkur 2:
Kl. 14.30: Russland-Svøríki
Kl. 17.00: Týskland-Spania
Kl. 19.30: Poland-Noreg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald