Hondbóltur

Íslendski venjarin: - Dómarin tók sigurin frá okkum

Einar Andri Einarsson viðurkennir, at Føroyar spældu væl í gjár. Í samrøðu við handbolti.is, staðfestir venjarin eisini, hann er als ikki samdur í, at Óli Mittún átti brotskast í evstu løtu.

Tað skuldi verið álopsfeilur móti honum - ikki reytt kort og brotskast. Og beint áðrenn varð einki dømt í hinum endanum, heldur Einarsson fyri (Mynd: IH/Kolektiff)

Tað skuldi verið álopsfeilur móti honum - ikki reytt kort og brotskast. Og beint áðrenn varð einki dømt í hinum endanum, heldur Einarsson fyri (Mynd: IH/Kolektiff)

2025-06-20 12:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): - Tað var øðilig veipan við ørmum, málagreipan, eiður og annað, sum dómararnir úr Uruguay - og eisini nakrir føroyskir spælarar fingu yvir seg móti og eftir dystarenda í gjár.

Hetta var í sambandi við 35-35 gysaran í 2. umfari í HM-bólkaspælinum.

Sí eisini:  Føroyar bjargaðu einum týðandi stigi við brotskasti í seinasta sekundi

Hoyr og les: Var vísur í at Óli fór at skora

Íslendsku spælararnir og serliga venjaratoymið vóru í luftuni í sambandi við, at Føroyar fingu brotskast og javnaði, sum tíðin fór.

- Tað var føroyingurin, sum rann á Össur á miðjum vølli. Tað er einki í reglunum, sum sigur, at hetta er reytt kort og brotsspark, og eins og dómararnir dma.

Hetta segði ein sintur og vónbrotin Einar Andri Einarsson í viðtalu við íslendsku hondbóltssíðuna handbolti.is í gjárkvøkdið.

Hann helt, at Óli Mittún gjørdi brotið - ein álopsfeil. Og forrestin so vóru tað ikki íslendingar, sum gjørdu álopsfeil nkur sekund frammanundan, tá Ísland kundi avgjørt dystin í álopinum; heldur átti tað at verið fríkast dømt til Birki Snæ Steinsson.

- Niðurstøðan er eitt vónbrot, og tað vóru ógvuliga dýr stig sum vit mistu (...) eg fari at loyva mær at siga, at sigurin varð tikin frá okkum, sigur íslendski venjarin.

[object Object]
Íslendingar og føroyingar vóru hálvgum í roki nakrar ferðir - oftast vóru Rókur Ziskason og Ísak Vedelsbøl íblandaðir. Íslendingar royndu at erta føroysku miðverjarnar og fáa teir vístar út; teir vóru ikki bangnir fyri at muta ímóti (Mynd: IHF/Koletktiff)

Í greinini á handbolti.is ber til at síggja støðurnar og "døma  sjálvur
IHF hevur eisini avgerandi støðurnar á sínum Facebook- og Instragram-síðum.

Einar Andri Einarsson viðgongur eisini, at føroyingar spældu væl. 

- Teir góvu okkum nógvar avbjóðingar við 7 móti 6 spælinum, og tað var serliga strævið at spæla móti Óla Mittún. Tað eydnast tó væl at taka hann burturýr.

Úrslitið í gjár merkir, at Ísland hevur tørv á hjálp frá Rumenia í morgin. Um Føroyar fáa stig, so er Ísland úti av HM; ella skal spæla President's Cup sum er "taparaendaspælið".

Les meira um støðuna í bólkinum her: Føroyar hava elt í egnum hondum í bólkinum

--------------------------------------------------------

U21 HM 2025 - bólkur F, 2. umfar
Mikudagin 18. juni, Arena Katowice
Føroyar - Ísland 35-35 (21-19)

13.00: Norðurmakedónia - Rumenia

Støðan
1. Føroyar 3 stig
2. Rumenia 2 stig *
3. Ísland 1 stig
4. Norðurmakedónia 0 stig*

* Ein dyst færri

Tvey lið koma víðari úr bólkinum til meginumfarið

Dystargongdin
5 min: 4-4
10 min: 8-7
15 min: 13-10
20 min: 16-13
25 min: 19-15
30 min: 21-19
35 min: 23-22
40 min: 27-24
45 min: 29-27
50 min: 32-29
55 min: 32-32
60 min: 35-35

Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún 11 (4)
Ísak Vedelsbøl 10 (3)
Trúgvi Hávardsson 4
Høgni Heinason 4
Høgni Højsted 2
Rókur Ziskason 1
Óla Jákup Gaard Olsen 1
Búi Poulsen 1
Rói Hjaltason Seyer 1

Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lačok: 3
Torstein Sivertsen: 3

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder