Fótbóltur

Italia er fyrri finalisturin

Tað endaði við brotssparksdrama á Wembley. Donnarumma bjargaði royndini frá Morata, ið ananrs var hann ið syrgdi fyri, at Spania kom so langt, og so kundi Jorginho kaldliga avgera hálvfinaluna..

Tað var eingin ivi um, tá Jorginho kundi avgerða hálvfinaluna. Chelsea-miðvallarin var tryggur úr ellivu metrum í býnum, har hann vanliga venur og spælir (Mynd: EPA)

Tað var eingin ivi um, tá Jorginho kundi avgerða hálvfinaluna. Chelsea-miðvallarin var tryggur úr ellivu metrum í býnum, har hann vanliga venur og spælir (Mynd: EPA)

2021-07-06 23:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annað EM-endaspælið á rað sendi Italia Spania út, og Gli Azzuri skal fyri fjórðu ferð spæla EM-finalu. Hetta er greitt eftir eitt langt kvøld á Wembley.

Spania byrjaði hálvfinaluna betri, men kom ikki nærri enn skotroynd frá Dani Olmo, ið Gianluigi Donnarumma bjargaði. Italia hótti eisini nakrar ferðir, og eitt skot, tá spanski málverjin ikki var í málinum varð blokerað, og eitt frá Emerson - avloysaranum hjá skadda Spinazzola á vinstra bakki - snittaði yvirleggjaran.

Annars høvdu spaniólar bóltin nógv meira, men tað kom lutfalsliga lítið burturúr. Italia dúvaði nógv uppá umstillingar, og tá ein tími var leiktur, gav hetta úrslit. Eitt spanskt innlegg endaði hjá Donnarumma, ið setti skjótt í gongd. Bólturin kom út til Insigne í vinstru, hann royndi at spæla Immobile djúpt, Laporte fekk kastað seg niður og takklað bóltin eitt sindur burtur, men hann endaði við føturnar hjá Federico Chiesa. 23-ára gamli kviki og kraftmikli kanturin hevur fingið eitt gjøgnumbrot fyri Juventus í farna kappingarári, og nú tók hann tríggjar skjótar og góðar nertingar, og staddur nakað til vinstru í brotsteignum, áleið fjúrtan metrar úr málinum, legði hann bóltin sera væl í longra málhornið. Unai Simon ongan møguleika, Spania á knøunum og nærum sansaleysur italskur fagnaður.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Chiesa fekk fatur á einum leysum bólti og skoraði eitt vakurt mál, ið eina løtu sá út til at senda Spania víðari (Mynd: EPA)

Næstu tjúgu minuttirnar hóttu teir í reyðum lítið og einki. Oyarzabal fekk ikki stýrt góðum innleggi í málið  - Sociedad-leikarin rakti heldur ikki bóltin, tá hann brádliga gjørdost fríur í fyrra hálvleiki - og hetta var besta støðan. Italia tyktist at hava gótt tamarhald á, og Simon varð noyddur at bjarga royndini frá innskifta og lívliga Beradi. Alvaro Morata kom á vøllin um sama mundi, og tað var hann, ið tryggjaði Spania eina lívlinju. Laporte fann hann millum keturnar, áleyparin setti ferð á, spældi gott bandaspæl við Dani Olmo við brotsteigarmarkið, og komin inn í brotsteign setti Morata bóltin kaldliga í netið.

Italumenn tyktist heldur skelkaðir, og spaniólar vóru eisini betri næstu løtuna og í fyrra hálvleiki í longdu leiktíðini, har Olmo var eyðsýndur, og tvær vandamiklar støður vóru í italska brotsteignum. Í 2. hálvleiki hevði Beradi bestu støðuna, men tað merkist, at leikarar vóru troyttir og vóru bangnir fyri at gera mistøk. Tað luktaði av brotssparkskapping, og soleiðis varð eisini.

[object Object]
Morata javnaði...

[object Object]


[object Object]

[object Object]
Men kenslurnar vóru heilt øðrvísi ein lítlan tíma seinni, eftir at Donnarumma bjargaði skotroyndini (Myndir: EPA)

Bæði liðini misnýtti síni fyrstu skot, men síðani kom hol á, og tey næstu fimm skotini vóru trygg. Harvið var 3-2 til Italia skeyt fyrst, og so stóð Morata ikki fyri trýstinum. Donnarumma las hann, og so visti tey flestu hvat fór at henda: Jorginho var ísakaldur. Miðvallarin gjørdi eitt lítið lop, fekk Simon at nærum seta seg niður, og rullaði bóltin niður í hitt málhornið og sendi harvið Italia í finaluna.

[object Object]

[object Object]
Myndir: EPA

Italia var eisini í finaluni í 2012, men tá vóru spaniólar suverenir og vunnu 4-0. Í 2008 sendi Spania út eftir brotssparkskapping, men nú er vent í holuni. Gli Azzuri vann 2-0 í áttandapartsfinaluni í 2016 og skal nú royna at vinna EM fyri aðru ferð. Fyrru ferð var á heimavølli - í 1968. Spaniólar vunnu eftir longda leiktíð í áttandapartsfinaluni, eftir brotssparkskapping í fjórðingsfinaluni, men nú gekk ikki meira. Italumenn vóru stinnari og kaldari, hóast teir als ikki raktu sítt toppstøði í dag. Hvat mótstøðuliðið hjá teimum í finaluni sunnudagin verður fæst greið á í morgin. Tað verður Ongland ella Danmark.

EM-hálvfinalur
Í kvøld - 6. juli

Wembley, London
Italia - Spania 1-1 eftir vanliga leiktíð - 5-3 eftir brotssparkskapping
60' Federico Chiesa 1-0
80' Alvaro Morata 1-1

Brotssparkskapping:
Simon bjargar royndini frá Locatelli
Dani Olmo skýtur uppum
Andrea Belotti 2-1
Gerard Moreno 2-2
Leonardo Bonucci 3-2
Thiago Alcantara 3-3
Federico Bernardeschi 4-3 
Donnarumma bjargar royndini frá Morata
Jorginhi 5-3

Í morgin - 7. juli

Wembley, London
20.00: Ongland - Danmark

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder