Eins og í gjárkvøldið, var stórt drama tá ein EM-bólkur skuldi endaliga avgerðast í Týsklandi.
Spania hevði tryggjað sær 1. plássið, og við so gott sum einum eykaliði syrgdu spaniólar fyri, at Albania ikki kom víðari. Ferran Torres skoraði í 13. minutti eftir góða sending frá Dani Olmo, og hóast nakrar fínar albanskar møguleikar í 2. hálvleiki endaði tað 1-0. Liðið hjá de la Fuentes endar harvið við fullum stigatali og skal spæla móti einum trý'ara í áttandapartsfinaluni.
Í inntensa dystinum í Stuttgart lá tað og sveiggjaði. Kroatia skuldi vinna, og í 55. minutti vísti 38-ára gamli Luka Modric vegin. Fyrst brendi miðvallarin tó brotsspark - Donnarumma bjargaði - men eftir innlegg og enn eina Donnarumma-bjarging sló Modric til.
Kroatiskur fagnaður...(Mynd: EPA)
Kroatia var tá á veg víðari sum tvey'ari, men Italia skuldi bert brúka javnleik. Tað var ikki fyrrenn eftir 97 minuttir vóru spældir, at tað bragdaði. Mattia Zaccagni gjørdist hetjan hjá evropameistarunum. Kroatar góvu ov nógv pláss mitt fyri og til Zaccagni, sum nakað til vinstru av brotsteigarmarkinum legði bóltin í longra málhornið.
Men seinni var tað "Gli Azzuri" - evropameistararnir - ið kastaðu seg runt (Myndir: EPA)
Ovfarakæti á italiumonnum, sum skulu spæla áttandapartsfinalu móti Sveis,og hjartaskerandi tap fyri kroatar, sum skulu hava nógv hjálp í morgin og mikudagin, um liðið skal víðari sum ein av frægastu trý'arunum. Harvið er gylta tíðin hjá HM bronsu- og silvurvinnarunum hjá Zlakto Dalic helst av. Hetta er/var allarhelst seinasta EM-endaspælið hjá Luka Modric.
Ein syrgin Luka Modric - tann størsti í kroatiskari fótbóltssøgu (Myndir: EPA)
EM 2024 - seinasta umfar í bólkaspælinum
Í kvøld, týsdagin 24.06
Albania - Spania 0-1 (0-1)
Italia - Kroatia 1-1 (0-0)
Endaliga støðan í bólkinum:
1. Spania 9 stig
2. Italia 4 stig
3. Kroatia * 2 stig
4. Albania 1 stig
Víðari
* Helst ikki víðari
Úti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald